Vit fegnast um, at enn eitt Føroyameistaraheiti varð vunnið hendanvegin fyri løtu síðani. Vit ynskja Dreinjum 12 ár, venjarum og øllum sum stuðla so væl og gleðast saman við ÍF-flogbólti Hjartaliga Tillukku við flotta sigrinum.
Á sosialu miðlunum kunngerð ÍF-flogbóltur nú í kvøld:
"Vit heiðra okkara FM flogbóltsleikarum! Í morgin (Mánadagin 27. mars) kl 17:30 fara vit øll at heiðra okkara fantastisku flogbóltsdreingir, dr 12 og 16, sum júst eru vorðnir føroyameistarar 2023. Eitt sætt bragd🏆🥇 Verið vælkomin í okkara høll í morgin kl 17:30. Okkurt gott verður at fáa! Um vit eiga okkurt reytt at fara í, lat okkum vísa okkara megi og gleði í reyðum"