25.08.2020

Endurlýsing

Heimatænastan Nánd søkir eftir tveimum  røktarstarvsfólkum

  • Eitt starvsfólki at byrja í føstum starvi skjótast gjørligt, miðal arbeiðstíð 28t/viku.
  • Eitt starvsfólk at byrja í tíðaravmarkaðum starvi frá 1/10-20 til 31/12-20, miðal arbeiðstíð 20 t/viku

Vil tú gerast partur av einum toymi, sum veitir dygdargóða tænastu til borgarar í egnum heimi, so er tað tær vit søkja eftir.

Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari søkir, verða størvini fyribils sett av ófaklærdum, sum síðan fær upplæring. Er tú farin frá fyri aldur, men enn hevur orku og áhuga í hesum starvi, er tú eisini vælkomin at søkja.

Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum, tó mest dagvaktir og annaðhvørt vikuskifti.

Nánd veitir heimatænastu til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Nánd leggur dent á, at tú hevur :

  • hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran og røkt
  • góð evnir at samstarva og til nýhugsan
  • jaligan hugburð, eisini til broytingar
  • smidleika
  • koyrikort til bil

Vit kunnu bjóða:

  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott tvørfakligt samstarv

Starvsetan og løn

Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Ásmundsdóttir deildarleiðara á tlf. 730 212

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, cv v.m. skulu sendast til nand@eystur.fo og verða Nánd í hendi seinast 2.sep. 2020