23.10.2023

ENDURLÝSING : Trý lærarastørv í Fuglafjarðar skúla

Við hesum verður søkt eftir:

  • einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna barnsburðarfarloyvi at byrja 17. novembur 2023 fram til 19. juni 2024. Lærarin skal undirvísa næmingum í grund- og miðdeild í føroyskum, lívfrøði, kristni, føroyskum sum annað mál, náttúru- og tøkni, smíð og heimkunnleika, umframt átaka sær flokslæraraleiklut í 3.fl.
  • Lønarbrotið er 0,8.
    einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna barnsburðarfarloyvi at byrja 3. januar 2024 fram til 19. juni 2024. Lærarin skal undirvísa næmingum í grund- og miðdeild í føroyskum, føroyskum sum annað mál, kristni, heimkunnleika, ítrótti og handaverk og list, umframt átaka sær flokslæraraleiklut í 5.fl.
  • Lønarbrotið er 1,0.
    einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna umleggingar at byrja skjótast gjørligt fram til 19. juni 2023. Lærarin skal undirvísa næmingum í mið- og hádeild í donskum, føroyskum sum annað mál, og søgu, samfelags- og landafrøði (SSL). Harumframt skal viðkomandi hava førleikar at undirvísa næmingum innan serøkið.
    Lønarbrotið er áleið 0,75.

Vit vænta, at tú

  • ert fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
  • dugir at samstarva og vilt vera við til at menna skúlan
  • ert fevnandi og vil styrkja felagsskapin
  • ynskir at kveikja hugin til at læra hjá tí einstaka næminginum
  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, tekur lut í dagliga arbeiði skúlans

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera leiðsluni í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. novembur kl. 12.00. Nærri kunning um størvini fæst við at seta seg í samband við Berlys Toftadal, skúlastjóra, á tlf.nr. 238061 ella á t-post berlys.toftadal@skulin.fo

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.

 

Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 307 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 32 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna.

Lýsing sum PDF