28.12.2018

Endurlýsing: Námsfrøðingur til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Stropin er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr ½ til 6 ára aldur. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.

Vegna økt barnatal bjóða vit 1 spennandi starv, ið er í støðugari menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Vit sóknast eftir: Námsfrøðingi, ið kann arbeiða sjálvstøðugt, er ja-ligur, dugir at samstarva, taka ábyrgd og dugir at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Starvið eru 40 tíma viku ætlað námsfrøðingi. Grunda á, at vit nýta ársverk, er tímatalið 37,5 um vikuna. Afturat dagliga arbeiðinum á stovninum, eru fundir og fyrireiking eftir vanliga arbeiðstíð, talt við í ársnormin, ið samanlagt telur 40 tíma viku.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 14. januar 2019 ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Lønarstig 11 - 21 fyri Námsfrøðingar. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00.

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi:
Fríggjadagin 11. januar 2019 kl. 12.00

Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um starvið og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara, telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo.