13.12.2021

Endurlýsing Leiðari til nýtt ungdómstilboð

Fuglafjarðar kommuna leitar eftir einum eldhugaðum leiðara til eitt nýtt ungdómstilboð at byrja skjótast til ber.

Visjónin hjá Fuglafjarðar býráð er, at bæði yngri og eldri borgarar í kommununi skulu hava bestu og tryggastu umstøður at trívast og mennast. Nýggja ungdómstilboðið er ein natúrligur partur av hesari visjón.

Um starvið

Fyrsta tíðin í starvinum verður nýtt til at lýsa og leggja virksemið hjá nýggja ungdómstilboðnum til rættis. Hettar inniber millum annað, at tú skalt framleiða eina reglugerð fyri virksemið og skapa samband við tey ungu. Tá tilboði letur upp, skalt tú mynda tilboðið og skipað og stjórnað dagliga virkseminum. Hettar fevnir m.a. um at skapa tryggleika, har virðing og umsorgan fyri tí einstaka hevur høga raðfesting. Tú skalt, saman við teimum ungu, skipa fyri mennandi virksemi og tiltøkum

Førleikakrøv

Tin áhugi, eldhugi og hugburður eru avgerandi. Ymiskar útbúgvingar kunnu vera viðkomandi í starvinum. Tí seta vit ikki krav til ávísa útbúgving.

Vit leita eftir einum skapandi, vælskipaðum, sjálvstøðugum, ídnum og álítandi leiðara. Tað er umráðandi at tú ert blíð/ur og fyrikomandi í samskiftinum við tey ungu og at tú samstundis hevur ein natúrligan myndugleika. Tað er avgerandi, at tú tekur ábyrgd og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi.

Setanar- og lønarviðurskifti

Fyrstu tíðina í starvinum er talan um parttíðarstarv uppá 20 tímar um vikuna. Tú fært sjálv/ur til uppgávu at lýsa og skipað tilboðið. Ein partur av hesi lýsing er ein støðumeting av, hvussu eitt ungdómstilboð best verður mannað. Út frá hesi lýsing skal støða takast til setanarbrøkin í hesum starvinum, og hvussu nógvir tímar/størv skulu lýsast leys.

Lønin verður eftir avtalu og við støði í viðkomandi sáttmála. Tá ið tilboðið letur upp, verður arbeiðstíðin í stóran mun um kvøldið og í vikuskiftum.

Fleiri upplýsingar um starvið

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara, á telefon 238013 ella umvegis teldupost jonhild@fuglafjordur.fo

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við lívsrensli og møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við telduposti til:

info@fuglafjordur.fo

ella við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður

Freistin at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 3. januar 2022 kl.

Um Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Hjá kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6.  

Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari sosialu deild, mentanardeild, teknisku deild og fíggjardeild, sum bygnaðarliga vísa til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran. Ungdómstilboðið hoyrir bygnaðarliga til sosialu deild.

Endurlýsing sum PDF