05.03.2021

ENDURLÝSING: Lærari til Fuglafjarðar skúla

Lærarastarv lýst leyst at seta frá 16. mars ella at byrja skjótast møgulig:

Starvið er tíðaravmarkað fyri skúlaárið 2020/2021 vegna serligar umstøður. Starvið er fulla tíð.

Søkt verður eftir lærara, sum

  • hevur dirvi at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
  • sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
  • er fyrikomandi
  • dugur at samstarva og vil vera við til at menna skúlan
  • er stundisligur og nærlagdur
  • hevur góðan KT-førleika

Fuglafjarðar skúli hevur tørv á lærara, ið hevur linju/serkunnleika í støddfrøði, søgu og samtíð, landalæru, samfelagsfrøði, alis- og evnafrøði og lívfrøði. Harumframt er tørvur á lærara, ið kann átaka sær leiklut sum flokslærari í hádeildini.

Førleikakrøv

Útbúgving: Fólkaskúlalærari.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at viðkomandi, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. mars. kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Berlys Nordendal, virkandi skúlastjóra, á tel. 238060. Eisini ber til at senda teldupost til fug@skulin.fo.

Í Fuglafjarðar skúla eru 289 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 32 lærarar, 1 skrivari, 2 húsavørðar og 3 námsfrøðiligir stuðlar.

Lýsing sum pdf