Vit økja okkara virksemi innan endurmenning og søkja eftir fysioterapeuti, ergoterapeuti og/ella øðrum starvsfólki við heilsufakligari ella aðrari viðkomandi útbúgving. Brennir tú fyri at veita eldra ættarliðnum endurmennandi tænastur, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Ein verkætlan við einum endurmennandi toymi til heimabúgvandi borgarar verður sett í verk. Verkætlanin umfatar fysio- og ergoterapeutar, visitatorar, heimasjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir. Verkætlanin verður við til at avgera, hvussu endurmenning framyvir verður skipað í Nánd.
Tey, ið sett verða, koma sostatt at hava stóra ávirkan á verandi og komandi virksemi.
Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til fast starv á starvsbrøki 1,0 ella eftir ynski at byrja 1. apríl ella eftir avtalu.
Í løtuni starvast ein fysioterapeutur og tveir ergoterapeutar hjá Nánd. Tey, sum sett verða, verða partar av hesum toymi.
Terapeutiska virksemið er í stóran mun á Miðstøðini í Leirvík, har eisini venjingarhølir eru. Virksemið er eisini heima hjá borgarum og hjá borgarum á sambýlunum.
Toymið hevur í høvuðsheitum ábyrgdina av:
- at kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta seta átøk í verk
- at stuðla undir, at borgarar varðveita, menna ella endurmenna sínar virkisførleikar
- at veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing
- at veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
- at undirvísa og vegleiða starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
- at menna tað terapeutiska økið
Vit vænta, at tú:
- ert virkin luttakari í toyminum og endurmenningarverkætlanini
- saman við toymi og leiðslu tekur stig til at tillaga og framhaldandi menna tænastur innan endurmenning
- ert fleksibul og fús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
Førleikakrøv:
- Prógv og autorisatión sum fysio-/ergoterapeutur ella aðra viðkomandi útbúgving
Vit bjóða tær:
- at starvast í einum terapeutiskum toymi, har góðir møguleikar eru fyri fakligari sparring og menning
- eitt framtakshugað arbeiðspláss, har tú kemur at starvast í einum fleirfakligum, lærandi toymi, har dentur verður lagdur á at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum
- fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi menning av tænastunum hjá Nánd
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum FMR/KAF og avvarðandi yrkisfelag. Víst verður til deildarleiðaran á Miðstøðini. Nærri kunning um størvini fáast við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á telefon 730212 ella katrin@eystur.fo
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. februar 2024. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: katrin@eystur.fo
Um Nánd
Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.nand.fo