16.03.2022

Endurlýsing eftir starvsfólki/handverkara til vega- og gartnaradeildina hjá Fuglafjarðar kommunu

Vegna økt virksemi, søkir Fuglafjarðar kommuna eftir tveimum starvsfólkum til vega- og gartnara-deildina, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um tvey fulltíðar og fastlønt størv, harav annað starvið er varaformaður til vega- og gartnaradeildina.

Vegadeildin hoyrir undir teknisku deild, men er í tøttum samstarvi við aðrar deildir hjá kommununi.

Í okkara dagliga arbeiði, verður dentur lagdur á at menna trivnaðin við sterkum felagsskapi. Endamálið er at veita fleiri og betri tænastur til øll okkara viðskiftafólk í allari kommununi.

 Starvslýsing

Starvsuppgávurnar eru nógvar og fjólbroyttar. Tú kemur at arbeiða í ymiskum toymum, ið hava ábyrgdina av:

  • Kloakkering
  • Vatnverkum og vatnveiting
  • Røkt av vegakervinum
  • Kavagrevstur og salting
  • Røkt av gøtuljósum
  • Skráseting
  • Røkt og nýgerð av smærri verkætlanum
  • Gravaratoymið
  • Gartnaratoymið
  • Ruskøkið

Førleikakrøv

  • Góð evni at samstarva, røkin, væl skipaður, arbeiða sjálvstøðugt og er jalig/ur
  • Royndir at koyra maskinur er ein fyrimunur. Frálæra verður givin
  • Nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
  • Góðan tekniskan/tøkniligan sans
  • Koyrikort
  • Viðkomandi starvsroyndir

 Setanar- og lønarviðurskifti

Størvini eru lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar um størvini

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Mortan Joensen, formanni á vegadeildini, á telefon 238020, ella Pól Adrian Poulsen, tekniska leiðara, á telefon 238093.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við prógvum, CV, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

 

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til:

info@fuglafjordur.fo

 Freistin at søkja størvini

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 04. apríl 2022 kl. 12:00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Hjá kommununi arbeiða umleið
120 starvsfólk, harav 12 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6. 
Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari tekniskari deild, mentanardeild, sosialu deild og fíggjardeild. Deildirnar vísa bygnaðarliga til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran, sum hevur tilvísing til býráðið, ið telur 9 limir. 
Tekniska deild er skipað við einari vega- og gartnaradeild. Húsavørðar, sløkkiliðið og Fuglafjarðar havn hoyra bygnaðarliga eisini til teknisku deild.                                                                                                                                                                                                                                                                                         

 
Lýsing sum PDF