Vit søkja eftir heilsustarvsfólki til Vesturstovu. Á Vesturstovu eru 17 pláss tilsamans, ávikavist bú- og stutttíðarpláss. Á sambýlinum starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingur, hjálparfólk umframt køks-og reingerðarfólk.
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Talan er um starv á fulla tíð ella eftir avtalu at arbeiða í skiftandi vaktum at byrja 1. apríl 2024.
Vit vænta at tú:
- hevur útbúgving sum heilsustarvsfólk
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana
Um eingin við útbúgving sum heilsustarvsfólk søkir, kann ófaklærdur umsøkjari við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv á eitt ár.
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi arbeiðspláss
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
- at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og avvarðandi yrkisfelag. Víst verður til deildarleiðaran á Vesturstovu.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, á telefon 730232 ella elsebeth@eystur.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu verða okkum í hendi áðrenn týsdagin 19. mars 2024 kl. 12. Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella:
Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta
Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her