17.03.2024

Endurlýsing eftir heilsustarvsfólki til eldrasambýlið Vesturstovu í Fuglafirði

Vit søkja eftir heilsustarvsfólki til Vesturstovu. Á Vesturstovu eru 17 pláss tilsamans, ávikavist bú- og stutttíðarpláss. Á sambýlinum starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingur, hjálparfólk umframt køks-og reingerðarfólk.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Talan er um starv á fulla tíð ella eftir avtalu at arbeiða í skiftandi vaktum at byrja 1. apríl 2024.

Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving sum heilsustarvsfólk
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Um eingin við útbúgving sum heilsustarvsfólk søkir, kann ófaklærdur umsøkjari við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv á eitt ár.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd
  • at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og avvarðandi yrkisfelag. Víst verður til deildarleiðaran á Vesturstovu.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, á telefon 730232 ella elsebeth@eystur.fo

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu verða okkum í hendi áðrenn týsdagin 19. mars 2024 kl. 12. Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella:

Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her