25.09.2019

ELDRASTØRV til Nánd

Ert tú maður ella kvinna, undir ella yvir 67 ár, og hevur tú áhuga og orku at arbeiða? So er tað tær, vit leita eftir.

Nánd hevur samtykt eina verkætlan, har fólk yvir 67 ár eisini kunnu koma til arbeiðis. Nánd hevur millum annað eitt heim í Leirvík, eitt í Norðragøtu og eitt í Fuglafirði. Umframt hetta veitir Nánd heima- og sjúkrarøkt til borgarar, ið búgva heima. Tað er á hesum støðum, at ætlanin er at seta fólk at arbeiða nakrar tímar um vikuna. Arbeiðstíðin verður tillagað alt eftir tørvinum á staðnum. Til dømis kann talan verða um at arbeiða:

  • trý kvøld um vikuna 3 – 4 tímar.
  • nakrar fyrrapartar um vikuna 3 – 4 tímar.
  • nakrar tímar annaðhvørt vikuskifti.

Fólk kunnu eisini ynskja at arbeiða fleiri tímar um dagin, um kvøldið ella um náttina.

Undirvísing

Øll eru vælkomin at søkja. Manglar tær royndir at arbeiða á eldraøkinum, so skipar Nánd fyri ókeypis undirvísing og upplæring, áðrenn tú byrjar at arbeiða.

Arbeiðsuppgávur

At hjálpa og stuðla borgarunum, so tey hava ein góðan og virknan gerandisdag. Um tú er fólkapensjonistur, tillaga vit arbeiðsuppgávurnar, so hesar umfata lættari likamligt arbeiði.

Starvsetan og løn
Ert tú yvir 67 ár, er talan um tíðaravmarkað starv í fyrsta umfari í eitt ár. Lønin verður sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.

Tú kanst søkja við at senda Nánd eina umsókn, hvar tú greiðir frá, hvussu nógvar tímar og hvørja tíð á degnum tú ynskir at arbeiða. Minst eisini til at skriva eitt sindur um teg sjálvan, títt navn, bústað og telefonnummar, og um tú hevur tørv á undirvísing og upplæring, áðrenn tú byrjar at arbeiða. Umsóknir skulu latast skrivstovuni hjá Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 7. oktobur 2019 kl. 13.00.