Tíðaravmarkað starv sum køksstarvsfólk til eldrasambýlið Vesturstova
Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á eldrasambýlinum Vesturstovu.
Arbeiðið fevnir um at keypa inn, tilevna máltíðir til húsfólkini, umframt at halda køkin. Talan er um eitt starv aðru hvørja viku 44 tímar, 6 tímar mánadag til fríggjadag, og 7 tímar leygardag og sunnudag.
Førleikakrøv
Umsøkjari við køksfakligari útbúgving hevur fyrimun.
Vit ynskja, at tú
- sært týdningin av at gera føðsluríkan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
- hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
- ert sjálvstøðug/ur og fleksibul
- ert fyrikomandi fyri eldri fólki og hevur virðing fyri teimum
Vit kunnu bjóða
- eitt sjálvstøðugt starv
- møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík
Starvsetan og løn
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at byrja 1. mars 2024 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála við Kost- og føðslufelagið ella Føroya Arbeiðarafelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. februar 2024. Umsóknirnar skulu sendast við telduposti til: elsebeth@eystur.fo ella í brævi til:
Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta