29.01.2024

Eldrasambýlið Vesturstova

Tíðaravmarkað starv sum køksstarvsfólk til eldrasambýlið Vesturstova  

Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á eldrasambýlinum Vesturstovu.

Arbeiðið fevnir um at keypa inn, tilevna máltíðir til húsfólkini, umframt at halda køkin. Talan er um eitt starv aðru hvørja viku 44 tímar, 6 tímar mánadag til fríggjadag, og 7 tímar leygardag og sunnudag.

Førleikakrøv

Umsøkjari við køksfakligari útbúgving hevur fyrimun.

Vit ynskja, at tú

  • sært týdningin av at gera føðsluríkan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
  • hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
  • ert sjálvstøðug/ur og fleksibul
  • ert fyrikomandi fyri eldri fólki og hevur virðing fyri teimum

Vit kunnu bjóða

  • eitt sjálvstøðugt starv
  • møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

 Starvsetan og løn

Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at byrja 1. mars 2024 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála við Kost- og føðslufelagið ella Føroya Arbeiðarafelag.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232.

 

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. februar 2024.   Umsóknirnar skulu sendast við telduposti til: elsebeth@eystur.fo ella í brævi til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta