16.11.2022

Eldraráðið er nú mannað

Tað er ein gleði at kunna bjóða vælkomin til nýggja Eldraráðið fyri Fuglafjarðar og Eysturkommunu.

Fyri Fuglafjarðar Kommunu stillaðu hesi upp:
Steintóra B. H. Nesá
Samuel Jacob Jørmundsson
Steinbjørn í Lambanum

Fyri Eysturkommunu stillaðu hesi upp:

Sólfríð Heinesen
Maud F. Poulsen
Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen

Eldraráðið skuldi mannast við trimum umboðum frá hvørjari kommunu. Tí verður ikki neyðugt við einum vali hesaferð.

Eldraráðið fer eftir ætlan til verka 1. januar 2023. Vit gleða okkum til samstarvið