06.06.2018

Eldragudstænasta og hugni í Gøtu kirkju

Fríggjadagin 8. juni kl. 15:00 bjóða Nánd og Gøtu kirkja eldri borgarum í Gøtu, Leirvík og Fuglafirði til eldragudstænastu í Gøtu kirkju.

Sungnir verða lættir sálmar, og Ovi Brim heldur eina stutta prædiku. Monika Stauss framførir løg á violin.

Eftir gudstænastuna eru øll boðin til ein góðan drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Øll eru hjartaliga væl komin.