Arbeiðið fevnir um at keypa inn, gera matskrá, tilevna máltíðir til 10 búfólk og til uml. 10-15 heimabúgvandi borgarar umframt at halda køkin.
Førleikakrøv
Prógv sum føðsluatstøðingur ella føðsluhjálpari. Um eingin umsøkjari við nevndu útbúgvingum søkir, kann annar umsøkjari við aðrari viðkomandi útbúgving ella royndum innan økið verða settur.
Vit ynskja, at tú
- sært týdningin av at gera føðsluríkan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
- hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
- ert sjálvstøðug/ur og fleksibul
- ert fyrikomandi fyri eldri fólki og hevur virðing fyri teimum
Setan og løn
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður sett sambart sáttmálanum hjá Kost- og føðslufelagnum ella Føroya Arbeiðarafelag.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Ásu Ásmundsdóttir, deildarleiðara á tlf. 730282.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. des. kl. 12.
Umsóknin skal sendast við telduposti til asaa@eystur.fo