03.04.2020

Einki barnaansingargjald fyri apríl mánað 2020.

Dagstovnarnir í Fuglafjarðar kommunu.

Góðu foreldur.

Foreldur í Fuglafjarðar kommunu skulu ikki rinda barnaansingargjald fyri apríl mánað 2020, um børn ikki hava gjørt brúk av dagstovnaplássinum í tíðarskeiðinum, har dagstovnarnir veita skerda tænastu vegna COVID-19.

Fíggjarnevndin hevur á fundi tann 2. apríl 2020 tikið avgerð um, at fakturar fyri barnaansingargjøld fyri mars mánaða verða útsendir og tessvegna uppkravdir sum vanligt.

Hinvegin verða so eingir fakturar útsendir fyri barnaansingargjøld fyri apríl mánaða og sambært hesi avgerð, so koma foreldur, sum hava børn á ansingarstovnum kommununar, fyribils at sleppa undan at gjalda ansingargjøld fyri 1 mánaða, sum svarar fyri ta tíð stovnarnir hava verið stongdir, t.v.s. frá 16. mars til 13. apríl 2020.

Um ansingarstovnarnir koma at verða stongdir eftir 13. apríl 2020, so kemur fíggjarnevndin at taka málið um ansingargjøld upp aftur til viðgerðar.

Dagstovnavirksemið er fyribils skert fram til 13. apríl eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum.

Vinarliga
Fuglafjarðar kommuna.