18.04.2017

Ein hjartans tøkk til Marjuna og Bárð

Ein hjartans tøkk til Marjuna og Bárð

21. og seinasta sýning av sangleikinum, High School Musical 2, var vístur í Mentanarhúsinum fríggjamorgunin 7. apríl, har yvir 50 10. floks næmingar frá skúlasamstarvinum millum Fuglafjarðar Skúla, Stranda Skúla og Skúlan við Streymin (Nám), hava víst hvørji evni tey hava sum sjónleikarar, sangarar, tónleikarar, tøkningar og mangt annað. Ikki kann sigast annað enn, at hesin sangleikur var heilt ótrúliga væl framførdur frá byrjan til enda.

Hetta var samstundis tann 8. sangleikurin sum Marjun Djurhuus saman við Bárði á Lakjuni hava staðið á odda fyri í Mentanarhúsinum. Hetta er eitt stórarbeiði á hvørjum árið og gera tey bæði eitt stórsligið og fyrimyndarligt arbeiði, sum krevur nakað heilt serligt. Hervið skal ljóða ein hjartans tøkk til Marjuna og Bárð, fyri tað fantastiska arbeiði tey hava lagt í hesar ungu og evnaríku næmingarnar.

Ólavur Larsen, formaður í Mentamálanevndini, var forbí í Mentanarhúsinum fríggjamorgunin og handaði Marjuni og Bárði blómutyssi og eina gávu, vegna Fuglafjarðar Kommunu.