23.03.2023

Earth Hour leygarkvøldið 25. mars

Aftur í ár verður Earth Hour hildin í Fuglafjarðar kommunu. Tað merkir, at gøtuljós og øll óneyðug ljós annars eru sløkt leygarkvøldið 25. mars frá kl. 20.30 til kl. 21.30.

Í kirkjuni verður ein vøkur Earth Hour løta frá kl. 20.30 við, tá Jórun Pólsdóttir syngur og spælir klaver. Kirkjan verður einans upplýst við kertuljósum. Ljósini uttanfyri eru sløkt, so verið varin.

Fuglafjarðar kommuna heitir á handlar, fyritøkur, stovnar og einstaklingar um at taka undir við átakinum og sløkkja ljósið hesa løtuna fyri at varpa ljós á avleiðingarnar, ovurnýtslan hevur á náttúrumargfeldnið, umhvørvið og veðurlagið.

Minnist til at sløkkja útiljós, skeltaljós og facaduljós eisini. Tað er eisini eitt gott hugskot at sløkkja allar óneyðugar skermar og vera í kvirru.

Ansið eftir tykkum í myrkrinum og njótið digitala friðin!