16.07.2021

Drotningavitjan í góðveðri

Kl. 14.25 í dag lendi hennara hátign Margreta drotning 2 á vakra tyrluplássinum við Mentanarhúsið. Tyrluplássið er gjørt til vitjanina – og sjálvsagt hava vit í Fuglafirði verið kreativ og hava málað ein summardáa ella daisy, tí Daisy er kelinavn hennara. Veðrið var ikki av tí fagrasta fyrrapartin, men lukkutíð kláraði í, beint áðrenn hon lendi, 25 minuttir seinkað.

Drotningin var síðani koyrd niðan í Bug, beint undir vøkru og hugnaligu Miðstaðarlundini í Fuglafirði, har ein stór fjøld var komin at taka ímóti henni. Tað fyrsta hon sá, í tí hon trein úr bilinum, var hugfarsliga verkið ‘Tíðarferandi’ hjá Tummas Jákupi Thomsen, sum er sett upp á ein neystavegg í Bug. Í Miðstaðarlundini gekk leiðin til ein flottan, skulpturellan bonk, sum Helgi Midjord hevur gjørt til høvi, har borgarstjórin, Dávur Juul, tók væl ímóti henni við røðu.

Meðan hon gekk niðan til beinkin spældi Fuglafjarðar Hornorkestur so fagurt nøkur frálík verk og síðani tók borgarstjórin, Dávur Juul, væl ímóti henni við røðu. Hesa løtuna vann sólin veruliga á tí sindri av sirmi og vindi, sum var eftir, og tá Siloa kórið tók yvir eftir Dáva, fekk drotningin eina serstaka løtu, í sólini í grønu lundini, á prýðiliga beinkinum, við fagra sanginum hjá kórinum, sum valla hevur ljóðað betri enn júst her í dag.

Tá hendan løtan var av, kundu borgarar og tey mongu vitjandi fáa sær ein drekkamunn, kransakøku og eina framúrgóða lagkøku í einum opnum telti beint við Bókasavnið. Her fingu fólk nøkur góð prát í sólini og frøddust um hvussu væl hesin parturin av vitjanini eydnaðist.

Ímeðan gekk leiðin hjá drotningini fram við snotuligu býráðshúsini og hugkveikjandi listarverkinum hjá Suffíu Nón, sum hongur á endavegginum, har Muntra heldur til, og yvir í Ribarhús. Her gekk hon fyrst inn í Piddasahandil, har kvinnur sótu og gjørdu ymiskt handarbeiði beint innan fyri hurðina. Inni í hugnaliga handlinum er ein spennandi pútuframsýning sett upp. Hetta eru pútur, sum eru framleiddar til vitjanina, og har eru sera nógvar, fjølbroyttar og vakrar pútur komnar inn.

Inni í Gallarí Ribarhús er ein forkunnug framsýning við kongabíblium, sum Petur Martin Petersen hevur samlað gjøgnum mong ár. Hetta eru bíbliur, sum kongur ella drotning hava fingið útgivið, skrivað fororð til ella myndprýtt, m.a. ein hjá Margretu drotning. Á veggunum hanga fantastiskir málningar hjá Heðini Kambsdal, málaðir gjøgnum mong ár, við støði í dragandi náttúruni í lokala umhvørvinum, men har listamaðurin hevur fingið drotningina inn í listaverki. Hetta er sanniliga ein serlig framsýning og ein spennandi samanseting av náttúru og tign.

Drotningin fór síðani yvir í arketektonisku perluna hjá Framherja, har hon hittir umboð fyri vinnuna, meðan borgarar og vitjandi kunnu fylgja í hennara fótasporum her í miðbýnum. Seinni vitjar hon nýggja skúlan, og so verður veitsla í kvøld í Mentanarhúsinum

Sólin skínur framvegis, tað er turt, og lagið er framúr gott á fólki.

Fuglafjarðar Hornorkestur

Drotningin í Miðstaðarlundini

Býráðshúsið

Hugnaliga Ribarhús

Nakrar av pútunum