20.07.2021

Drotningabonkurin

Listamaðurin Helgi Midjord orðar seg soleiðis um Drotningabonkin:

Hennara Hátign Magretha drotning, hevur ein heilt serstakt lyndi sum menniskja. Tá vit hoyra hana tala ella bera heilsanir, so tosar hon eins, líka til øll. Ongin er størri ella minni í hennara eygum og hennara eyðkenda blíða lyndi, ber boðskapin út til fólkið.

Drotningin hvílur í sær sjálvari, ber seg sjálva, og tí stendur onki á ketunum. Teir fýra fuglanir, umboða drotningina og hennara familju, sum jú vóru fýra í tali. Somuleiðis eru fuglanir ein heilsan til Fuglafjørð, okkara vøkru, stoltu bygd og okkum borgarar.

Fuglafjarðar kommuna takkar Helga Midjord mangar ferðir fyri at hann vildi átaka sær arbeiðið at gera ein serstakan bonk til Hennara Hátign. Vit gleðast um listaverkið og fegnast saman við okkara borgarum.