05.08.2020

Dreymar um Fuglafjørð

Øll hava sínar serligu dreymar. Nú fært tú møguleikan at vísa okkum tín framtíðardreym um Fuglafjørð, ella eitt stað í Fuglafirði. Øll innkomin uppskot verða sýnd fram á Mentanardøgunum 3. september, ogheiðursløn á 5000 kr verður latin til besta dreym.

Allir innkomnu dreymarnir verða somuleiðis lagdir fyri sitandi og komandi býráð, ið sostatt fáa møguleika at gera teir bestu dreymarnar til veruleika.

Vit vóna tí, at øll fara at luttaka: Kvinnur, menn, børn, ung, vaksin, eldri, ex-fuglfirðingar, nýfuglfirðingar, fullir fuglfirðingar, hálvir fuglfirðingar, komandi fuglfirðingar, útlendingar, føroyingar og sjálvandi tú, ið hevur ein dreym um Fuglafjørð.

Send okkum tín dreym, antin á í mesta lagi eini A4 síðu við teksti, tekningum ella myndum av staðnum, ið tú droymir um. Til ber eisini at senda eina filmsupptøku, har tú greiðir frá dreyminum.

Send tín framtíðardreym um Fuglafjørð inn til mentanardagar@fuglafjordur.fo í seinasta lagi 1.september klokkan 23.59.  Til ber eisini at senda fleiri dreymar.