15.10.2020

Dreymaframsýning verður sett í dag hósdag kl 17:00 í Mentanarhúsinum

Dreymar um Fuglafjørð

Dreymaframsýningin verður sett í dag hósdag 15. oktober kl. 17:00 í Mentanarhúsinum.  Formaðurin í mentamálanevndini, Ólavur Larsen, fer at kjósa vinnaran ímillum teir yvir 40 dreymarnir, sum komu inn til kappingina, og sum verða vístir fram á øðrvísi framsýning

Hvat droyma fólk um? Hvussu sær eitt dreymastað út? Hvørjar dreymar hava fólk fyri heimstaðin? Hvussu kunnu vit gera ein bý betri fyri tey, sum búgva ella ferðast har

Dreymar um Fuglafjørð er eitt tiltak, sum fekk loyvi til at liva, hóast Mentanardagarnir 2020 máttu avlýsast. Her bjóðaðu fyriskipararnir øllum, sum høvdu áhuga fyri Fuglafirði, at senda ein dreym um eitt ávíst stað, sum antin kundi skapast ella gerast betri.

Tað vísir seg, at tað eru nógv ymisk og spennandi ting, sum fólk droyma um, sum kunnu gera hendan býin enn betri at liva í ella ferðast til. Dreymarnir eru lagdir fyri verandi býráð og mentamálanevndin fer at kjósa besta dreymin. Vinnarin fær 5.000 kr. fyri dreymahugskotið

Men dreymar eru allarbest, tá teir vera deildir, tí tá kunnu vit droyma saman. Tá vit hoyra dreymin hjá einum øðrum, kunnu vit droyma víðari um tað sama, ella kanska birtir hesin dreymur undir ein nýggjan dreym?

Framsýningin verður opin fríggjadagin 16. til og við sunnudagin 18. oktober kl. 13 – 17. Mánadagin 19. oktober verður opið eftir avtalu fyri skúlar og stovnar, sum kunnu seta seg í samband við Mentanarhúsið á tlf. 238069 at avtala tíðspunkt.

Hendan framsýningin ber bara til, tí fólk hava latið sínar dreymir inn og harvið deilt teir við øllum. Idemøblar eru eisini við, tí hagani koma dreymakoddarnir, sum eru ein týðandi partur av framsýningini.