28.03.2019

Deildarleiðari til Miðstøðina í Leirvík.

Hevur tú leiðsluútbúgving og strategiska førleika at leiða í samsvar við ásettu visjón hjá Nánd, umframt
útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur so gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.
Sum deildarleiðari hevur tú dagligu leiðsluna av deildini, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøktini í økinum, umframt endurvenjing til fólk 67 ár og eldri. Tú stendur við leiðsluni at kveikja og menna starvsfólkini, so tey kunnu stuðla undir tað, ið gevur hvørjum einstøkum menniskja meining í lívinum, umframt at tú tryggjar nútíðar røkt og sjúkrarøkt, og tú arbeiðir ein part í sjúkrarøktini. Tú verður ein partur av leiðslubólkinum hjá Nánd, ið javnan viðgerð felags mál og ætlanir. Tú verður eisini partur av visitatiónsnevndini hjá Nánd, ið møtir til fundar eina ferð um mánaðin til málsviðgerð av øllum tænastum hjá Nánd. Eisini verður tú partur av strategibólki og møguliga øðrum toymisbólkum við. Av fyrisitingarligum uppgávum eru m.a. at gera og umsita at gera og umsita at gera og umsita at gera og umsita at gera og umsita at gera og umsita at gera og umsita at gera og umsita at gera og umsita at gera og umsita arbeiðs arbeiðs arbeiðs- og vaktog vakt og vaktog vaktog vaktog vaktætlan, at fylgja ætlan, at fylgja ætlan, at fylgja ætlan, at fylgja ætlan, at fylgja ætlan, at fylgja ætlan, at fylgja ætlan, at fylgja ætlan, at fylgja tillutað tillutað tillutað u fíggjarætlan fíggjarætlan fíggjarætlan fíggjarætlan fíggjarætlan fíggjarætlanini og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við og at samskifta við samstarvspartnara .

Vit sóknast eftir einum deildarleiðara sum:
• hevur hegni at seta í verk gjøgnumskygdar mannagongdir, og at geva starvsfólkunum ábyrgd
• er ágrýtin og savnandi, hevur jaligan hugburð og sær møguleikar í arbeiðinum
• hevur jaligan hugburð til broytingar, hevur slagkraft og tolir at standa í truplum støðum
• hevur umsitingarligar førleikar og er væl skipað/-ur. Hevur munnligan og skrivligan málførleika umframt telduførleika á brúkarastøði.

Tú mást brenna fyri at stuðla fólkum. Tað er at:
• viðurkenna sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og síggja týdningin av at borgarar hava ábyrgd av egnum lívi
• hava gott hjartalag og tolsemi at stuðla borgarum og avvarðandi teirra
• stuðla undir at menniskju hava møguleika fyri at vera so sjálvbjargin sum gjørligt

Setanarviðurskifti
Tann, sum sett/-ur verður, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1. juni 2019 ella skjótast møguligt. Starvið verður at seta sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfelagið. Umsókn saman við prógvum, tilvísingum o.ø. skulu sendast til: nand@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. apríl 2019. Samrøður verða hildnar tann 29. og 30. apríl 2019. Áhugað, ið hava okkurt at spyrja um, kunnu venda sær til Kristinu T. Larsen, leiðara á telefon 730204 gerandis dagar millum kl. 10 og 16. ______________________________________________________________________________________________________________
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing, trý heim og eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku. Samstarvið hevur tilsamans 55 ársverk, av hesum telur Miðstøðin áleið 10,5 ársverk. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virði á www.eystur.fo