10.02.2022

Dávur Juul røkir aftur starvið sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu

Dávur Juul tekur í dag við aftur starvinum sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, aftaná at hava verið burturstaddur síðani 13. januar í ár.

Fuglafjarðar kommuna ynskir Dávur Juul vælafturkomnum, og takkar samtíðis Eyðun á Lakjuni fyri tíðina sum virkandi borgarstjóri.

Fuglafjørður, 9. februar 2022

Fuglafjarðar kommuna