11.03.2020

Dagtilhaldið í Lonini er fyribils stongt.

Nú COVID-19 er komið til Føroya er av stórum týdningi at verja okkara eldru borgarar.

Tí avlýsir Fuglafjarðar kommunan tiltakið, sum annars er í Lonini, fyri at verja okkara eldru borgarar ímóti corona-smittuvandanum.

Kommunan fylgir gongdini neyvt og er til reiðar at tillaga virksemið og mannagongdir, um heilsumyndugleikarnir koma við nýggjum tilmælum. 

Blíðar heilsur,
Fuglafjarðar kommuna.