07.10.2019

Dagstovnarnir í Fuglafjarðar kommunu høvdu Ráðleggingardag fríggjadagin tann 04. oktober 2019.

Evnið hesaferð var: Fyrsta hjálp.

Endamálið við skeiðnum var at øll starvsfólk á ansingarstovnunum hjá Fuglafjarðar kommunu, skula kunna hjálpa so skjótt og so rætt sum tilber, tá okkurt er áfatt, bæði hjá børnum og vaksnum.
Dagurin var skipaður bæði teoretiskt og praktiskt.
Fyrstahjálpin lærdi okkum hvussu vit handfara ”smáar ólukkur” og stórar álvarsamar ólukkur.
Dagurin var væl skipaður og læruríkur fyri okkum øll starvsfólk.
Skeiðshaldari var Jóhan Clementsen tilbúgvingarleiðari hjá Fuglafjarðar sløkkiliði.
Skeiðið var eitt sostatt ”góðkent” fyrstuhjálpara skeið, har øll starvfólkini fingu eitt prógv tá dagurin endaði.