02.09.2020

Dagføring í samband við Covid-19

Í samband við at tamarhald tykist at vera á Covid-19 smittuni í Føroyum í løtuni, er avgjørt at fáa so vanlig viðurskiftir sum gjørligt á eldraøkinum.
Hetta er treytað av, at almennu tilmælini um frástøðu og reinføri vera hildin.

Vitjan á eldrasambýlum:
Ongar avmarkingar eru á, hvussu nógv avvarðandi kunnu vitja á eldrasambýlunum í Nánd og vitjandi kunnu eisini vitja í felagshølunum.
Tænastur og tiltøk so sum fótarøkt, frisør og andaktir byrja aftur.
Tað er tó framvegis neyðugt, at vitjandi verða skrásett, so ein møgulig smittusporan kann gerast.
Mælt verður til, at vitjandi, ið hava verið uttanlanda ella í stórum selskapi, bíða við at vitja, til negativ test frá 6.degi fyriliggur.

Sjálvsvenjingar:
Sjálvsvenjingar byrja aftur í komandi viku.

67+ 60 - 66 ár
Týsdag: kl. 8:30-12:00
Mikudag: kl. 8:30-12:00
Hósdag: kl. 8:30-10:30
Mánadag: 16-22
Týsdag: 19-22
Mikudag: 16-22
Hósdag: 19-22
Fríggjadag 19-22

 

Mælt verður til, at fólk, ið hava verið uttanlanda ella í stórum selskapi, bíða við at venja, til negativ test frá 6.degi fyriliggur.