28.01.2022

Dagføra gjaldskránna viðvíkjandi skipa-, vøru- og leigugjøldum fyri Fuglafjarðar havn.

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 16. desember í fjør, at dagføra gjaldskránna viðvíkjandi skipa-, vøru- og leigugjøldum fyri Fuglafjarðar havn, galdandi fyri árini 2022-2025. Gjaldskráin verður endurskoða hvønn desember mánaða, hon er í gildi. Dagføringarnar vóru innan økini almennur reglur fyri vørugjald, leigu fyri bátapláss á sjógvi og landi, kostnaður fyri oljuflutning eftir vegakervinum og broyting av orðing viðvíkjandi úrdráttum av fiskamjøli. Harumframt eru gjørdar smærri tekst-tillagingar í gjaldskránni.

Tað er vinnu- og havnanevndin, sum politiskt varðar av gjaldskránni vegna Fuglafjarðar býráð í samstarvi við havnastjóran og teknisku deild.

Tað er nógv virksemi í Fuglafjarðar havn og sæst tað aftur í inntøkunum, sum eru eitt týðandi grundarlag í mun til fígging av kommunala raksturin. Samtíðis hevur virksemið á havnalagnum við sær, at tað krevst fígging til viðlíkahald og menningarátøk soleiðis at Fuglafjarðar havn eisini kann arbeiða fram ímóti visjónini um at verða ein havn við altjóða støði.

Gjaldskránna fyri Fuglafjarðar havn sum PDF