Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 16. desember í fjør, at dagføra gjaldskránna viðvíkjandi skipa-, vøru- og leigugjøldum fyri Fuglafjarðar havn, galdandi fyri árini 2022-2025. Gjaldskráin verður endurskoða hvønn desember mánaða, hon er í gildi. Dagføringarnar vóru innan økini almennur reglur fyri vørugjald, leigu fyri bátapláss á sjógvi og landi, kostnaður fyri oljuflutning eftir vegakervinum og broyting av orðing viðvíkjandi úrdráttum av fiskamjøli. Harumframt eru gjørdar smærri tekst-tillagingar í gjaldskránni.
Tað er vinnu- og havnanevndin, sum politiskt varðar av gjaldskránni vegna Fuglafjarðar býráð í samstarvi við havnastjóran og teknisku deild.
Tað er nógv virksemi í Fuglafjarðar havn og sæst tað aftur í inntøkunum, sum eru eitt týðandi grundarlag í mun til fígging av kommunala raksturin. Samtíðis hevur virksemið á havnalagnum við sær, at tað krevst fígging til viðlíkahald og menningarátøk soleiðis at Fuglafjarðar havn eisini kann arbeiða fram ímóti visjónini um at verða ein havn við altjóða støði.