Vælkomin! Um tit nýliga eru flutt til landið og hava í hyggju at búgva her í longri tíð, vilja vit fegin handa tykkum eitt eintak…
23. Mars 2017
Earth Hour í Fuglafjarðar kommunu
Um allan heim fara fólk, fyritøkur og kommunur leygardagin at sløkkja ljósið í ein tíma fyri at varpa ljós á umhvørvið. Earth Hour er eitt…
Spakin settur í – myndarøð (Dávur Winther)
Heildarverk og Fuglafjarðar kommuna skriva sáttmála.
Í samband við at borgarstjórin saman við 1. flokki í Fuglafjarðar skúla í dag settu spakan í jørðina fyri skúlabyggingina, skrivaðu borgarstórin Sonni á Horni og Torfinn Nón fyri Heildarverk undir sáttmála fyri jørðarbeiði, sum er 1. stigið at byggja nýggja skúlan í Fuglafirði.
Næsta stigið er at fáa sáttmála um sjálva byggingina undir land og er hetta arbeiðið í gongd og kann roknast við, at hetta er klárt áðrenn skúlin fer í summarfrí.
Jørðarbeiðið kemur eftir ætlan at taka hálvan fjórða mánað og tá tað er liðugt, verður farið beinanvegin undir sjálvt byggiarbeiðið og at taka gamla skúla niður.
Fuglafjarðar kommuna hevur saman við Heildarverk, MAP Arkitektum, SMJ og LBF skipað arbeiðið í partalagi.
1. Mars 2017
Fuglafjarðar skúli nýggja heimasíðu
Fuglafjarðar skúli hevur fingið nýggja heimasíðu. Hetta er ein heimasíða, ið er sergjørd til tørvin hjá skúlum. Hon bæði kunnar og er samvirkin – Heimasíðan…
28. Februar 2017
Kunngerð um framløgu av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu.
Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til…
My Recent Comments