Bústaðir, Toftanes 2 og Fuglafjarðar kommuna hava gjørt avtalu um at Bústaðir yvirtekur verkætlanina frá Toftanes 2, sum umfatar bygging av 18 leiguíbúðum á matr. nr. 769b í Fuglafjarðar kommunu. Hetta hevur við sær:
- At Bústaðir yvirtekur byggingina av leiguíbúðunum frá Toftanes 2 við TN-bygging, sum høvuðsarbeiðstakara.
- At borgarar 60+ á bíðilista hjá Bústøðum hava fyrsta rætt, at fáa tilboð um 6 av teimum 18 íbúðunum.
“Vit eru sera fegin um, at semja er fingin um eina loysn, sum tryggjar at íbúðirnar verða bygdar sum ætlað” sigur Dávur Juul, borgarstjóri og leggur afturat, “at við hesi avtalu, er kommunan leys av fíggjarligu bindingunum, sum annars høvdu tyngt løgukarmin fleiri ár frameftir. Hetta tí, at um hildið bleiv fram eftir upprunaligu avtaluni, verður mett, at kommunan skuldi gjørt íløgur fyri umleið 32 mió. kr. u/mvg afturat til at gera núverandi lendisarbeiði liðugt, at gjalda restupphædd fyri 6 íbúðir og at byggibúgva 18 íbúðir afturat”.
Avtalan inniber somuleiðis, at Fuglafjarðar kommuna og feløgini handan Toftanes 2 verkætlanina eru vorðin samd um, at enda samstarvið og í øllum lutum at gera upp viðurskiftini partanna millum. Uppgerðin millum Fuglafjarðar kommunu og Toftanes 2 viðførir at kommunan ímóti at rinda netto 0,9 mió. kr., sleppur undan øllum framtíðar bindingum. “Hetta gevur býráðnum møguleika at fokusera av nýggjum og at kunna raðfesta aðrar átrokandi íløgur”, sigur Dávur Juul borgarstjóri.
Í hesum sambandið heitir Fuglafjarðar kommuna á borgarar, ið ynskja íbúð í hesi verkætlan, at skráseta seg á bíðilistan hjá Bústøðum.