21.12.2022

Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir

Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt avtalu um, at Bústaðir keypir gomlu kommunuskrivstovuna á Ennivegi 38.

Fuglafjarðar kommuna keypti bygningin miðskeiðis í 70.inum, og hevur bygningurin húsað umsitingini hjá Fuglafjarðar kommunu í knapt fimmti ár.

Upprunaliga var tað Jákup Oluf Jacobsen, snikkarameistari, ið bygdi bygningin til snikkaraverkstað og bústað.  Seinri varð bygt uppí og bygt um til íbúðarbygning við fýra íbúðum.

Bústaðir ætla at innrætta bygningin til leiguíbúðir.

Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna