Dómsnevndin:
Dómsnevndin hevur valt hetta uppskotið sum vinnara, tí uppskotið leggur áherðslu á at menna verandi øki, sum er samsvarandi einum burðardyggum hugsanarhátti – leggur áherðslu á náttúrutrekkini, áirnar og uppruna sjóvarmálan. Uppskotið styrkir um tað verandi og vísir varsemi, tá lagt verður til ella bygt verður afturat. Uppskotið er lætt at lesa og greitt sett upp, og tilgongdin til uppskotið er væleydnað. Somuleiðis tekur uppskotið støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST.
Uppskotið dugir væl at samansjóða økið framvið fjøruna við teir grønu og bláu geirarnar, sum verða lýstir sum eitt týdningarmikið eyðkenni fyri Fuglafjørð.
Bústaðarøkini eru fjølbroytt við ymsum støddum av bústaðareindum, har sosial burðardygd er raðfest. Grannaløgini, ið eru partar av uppskotinum, verða styrkt, fólk koma hvørjum øðrum við og trivnaður kann styrkjast innan og ímillum húsini. Uppskotið dugir at leggja rúm ímillum verandi og nýggjar bygningar á ein varisligan men áhugaverdan hátt. Tað skapar eina heild, ið eggjar til uppihald, spæl og rørslu og økir um trivnað. Meira pláss er eisini lagt til bleytu ferðsluna, frá býarkjarnuni og niðan til vøllin og svimjihylin, vestureftir til sandin og eystureftir til smávinnuøkið.
Ferðslan á høvuðsvegnum verður tálmað av stein- ella flísaálegging, og tað kann hugsast at verða ein bati í mun til ferðina, sum í dag er ov høg.
Uppskotið vísir á eitt spennandi handils- og tænastuøki, sum verður kallað Larsenstorg, har bygningarnir og virksemið eisini er merkt av fjølbroytni til íbúðir og vinnuhølir.
Uppskotið er sett í rættan samanhang, og sýnist tí veruleikakent, tá hugsað verður um, hvat eyðkennir Fuglafjørð. Tað tykist lætt at arbeiða í stigum við hesum uppskotinum, tí arbeitt verður við at styrkja tað verandi, og tí er líkt til at batar kunnu síggjast og upplivast í nærmastu framtíð.
Uppskotið er eitt fyrimyndarligt grundarlag fyri víðari arbeiðnum at menna býin í framtíðini.