12.04.2022

Broytingar í innsavningini í páskavikuni

Broytingar í meginøkinum

Húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir hósdag, verða í páskavikuni heintaðir mikudagin 13. apríl.

Húsarhaldsposarnir í Syðrugøtu, Norðragøtu, við Gøtugjógv, á Skála, Strondum, Innan Glyvur, í Runavík, Saltangará og á Glyvrum verða heintaðir týsdagin 12. apríl, og ikki mikudag, sum vanligt er.

Á Toftum, Nesi, í Saltnesi, Fuglafirði og á Kambsdali verða húsarhaldsposarnir heintaðir mikudagin 13. apríl, og ikki týsdag, sum vanligt er.