05.10.2020

Broyting í byggisamtyktini

Serstøk byggisamtykt fyri matr. nr. 143ch, Fuglafjørður

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verða hesar reglur at galda fyri tað øki í Fuglafjarðar kommunu, sum er nevnt í § 1.

Fyriskipað verður serstøk byggisamtykt fyri matr.nr. 143ch, Fuglafjørður.

Ásetingarnar í hesi serstøku byggisamtyktini eru galdandi fram um vanligu reglurnar byggisamtyktini.

Vanligu reglurnar í byggisamtyktini eru galdandi, har henda serstaka byggisamtykt ikki ásetir annað.

Serstaka byggisamtyktin varð samtykt av Fuglafjarðar býráð á býráðsfundi 24. september 2020.

Mótmæli og broytingaruppskot

Serstaka byggisamtyktin fyri matr. nr. 143ch, Fuglafjørður, er til skjals á kommunusktivstovuni í upplatingartíðini frá kl. 9.00 til kl. 15.00 í tíðarskeiðnum 6. oktober til 27. oktober 2020.

Skjølini eru hesi

  1. FK j. nr. 20/00334-8_Uppskot til serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 143ch, Fuglafjørður_19. september 2020
  2. FK j. nr. 20/00334-8_Kortskjal 1 til serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 143ch, Fuglafjørður_19. september 2020

Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til serstøku byggisamtyktina skulu sendast til Fuglafjarðar kommunu á teldupostadressu info@Fuglafjordur.fo í seinasta lagi 17. november kl. 16.00. Víst verður til §6 í nevndu lóg.

§ 6.1)Áðrenn uppskot um byggisamtykt verður sent landsstýrismanninum, skal tað verða lagt fram í minsta lagi 3 vikur til alment eftirlits á einum fólki atkomuligum staði. Kommunan skal frammanundan á vanligan hátt kunngera, at byggisamtyktin er framløgd til eftirlits, og kunngerðin skal skila til, hvørt økið tað er, ið uppskotið umfatar. Mótmæli móti uppskotinum, og broytingaruppskot mega verða send kommunustýrinum, áðrenn 6 vikur eru lidnir frá kunngerðardegnum.

Fuglafjarðar kommuna