27.05.2024

Broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður uppskot til broytingar av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu løgd fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni til og við 8.7.2024 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl 10 - 15.
Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 16. desember 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðar kommunu fyri øki á Kambsdali. Talan er um part av matr.nr. 871e. Uppskotið er at broyta samtyktina fyri frílendi, merkt I, og broyta hetta til sethúsaøki, merkt B.

 

Verandi byggisamtykt

 

 

Uppskot til broyting av byggisamtykt

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Fuglafjarðar kommunu í seinasta lagi 8.7.2024.

 

Fuglafjørður 24.5.2024

FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ

Kunngerð sum PDF fyla