08.10.2024

Broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður uppskot til broytingar av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni til og við 17.11.2024 allar gerandisdagar, frá kl 10 - 15.
Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 26. september 2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðar kommunu fyri øki á Kambsdali. Talan er um part av matr.nr. 871e. Uppskotið er at broyta samtyktina fyri øki har ein partur er I: Frílendi og ein partur er E: Almennir stovnar. Við broytingini verður ein partur av økinum E: Almennir stovnar broytt til A1: Miðstaðarendamál og ein partur verður broyttur til B: Sethúsaøki. Restin av tí sum er E: Almennir stovnar, verður broytt til I:Frílendi. Nýggj áseting verður í byggisamtyktini A1, sum umframt verandi ásetingar loyvir at byggja 3 búeindir.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Fuglafjarðar kommunu í seinasta lagi 17.11.2024.

Yvirlitskort 

Verandi byggisamtykt

Broytingaruppskot

Fuglafjørður 3.10.2024
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ