06.09.2024

Broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður uppskot til broytingar av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu løgd fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 6.9.2024 til og við 21.10.2024 allar gerandisdagar, frá kl 10 - 15.
Fuglafjarðar býráð samtykti 30.5.2024 at broyta byggi samtyktina fyri part av sethúsaøki á Kambsdali. Økið verður broytt til at verða vinnuøki til lættari vinnu, við serligari áseting um óljóð. Markvirðini fyri hetta øki fylgir vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um óljóð (https://www.us.fo/wp-content/uploads/2023/06/Vegleiding_um_oljod.pdf) og verður ásetingin fyri Øki 3 í talvuni niðanfyri galdandi.

Yvirlit yvir økið

Verandi byggisamtykt

Uppskot til broyting av byggisamtykt

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Fuglafjarðar kommunu í seinasta lagi 21.10.2024 á info@fuglafjordur.fo

Fuglafjørður 6.9.2024

FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ