23.11.2020

Brakandi fríggjadagur í Fuglafirði

Her finnur tú brakandi tilboð í spennandi handlunum í Fuglafirði fríggjadagin 27. nov. Fjord, Noðastova, Kato og Vørðslan hava nógva øðrvísi vøru á hillunum. Handlarnir lata upp kl. 10.

Jólasølan er byrja í Piddasahandli og Ribarhúsi, sum nú eisini hevur eina hugnaliga kaffistovu við góðum kaffi og ymiskum leskiligum afturvið! Nýggj list er júst komin á veggirnar á gallarínum, tí Selma Ellingsgaard tekur yvir eftir Frits Johannesen hendan dagin. Ribarhús og Piddasahandil lata upp kl. 14

Restaurant Muntra er fullsett 27. nov., men Pitsa 530 er opið frá kl. 17 - 22 og á Patrick's ber til at sløkkja tostan, og frá kl. 21 spælir Jens Marni góðan tónleik.

Ribarhús og Piddasahandil lata aftur kl. 19, Fjord og Noðastova lata aftur kl. 20, og Kato og Vørðslan lata aftur kl. 22.

Vælkomin til ein brakandi góðan fríggjadag í Fuglafirði