Søgan
Fyrsta brandpumpan, sum menn vit um, stóð í kjallaranum hjá Jóhan suðring.
Eftir at eldur hevði verið í húsunum hjá Olla Samuelsen, varð nýggj brandpumpa og nakað av sløkkiútgerð keypt, og kom sløkkiútgerðin at standa í kjallaranum í krambúðini hjá Haraldsen.
22. februar 1971 varð Fuglafjarðar sløkkilið stovnað; manningin var henda: Tórhallur Andreasen, Bjarni Eliasen, Petur Halgadal, Hanus Hansen, Martin E. Hansen, Sveinbjørn Hansen, Gordon Petersen, Marius Petersen, Símun Pauli Poulsen, Sigfríður Vørhamar, Kári Zachariasen og Johannus Øregård.
Í 1973 taka Fuglafjarðar, leirvíkar og Gøtu kommuna stig til at keypa ein Toyota brandbil. Haraldsen var ov lítið til nýggja brandbilin, tí varð nýtt hølið fingið til vega. Kommunan átti tá gomlu smiðju hjá Alex Sevdal, so útgerðin bleiv flutt inn har. Hetta var kortini ein vánalig loysn, tí har var eingin hiti; tað kom fyri, at ejektorpumpan frostsprongdist, so onnur loysn mátti finnast.
Í 1975 keypur Fuglafjarðar kommuna bilhúsið frá Ditlev Róin, og flutt varð frá gomlu smiðju niðan í hetta bilhúsið sama ár. Í 1987 keypir sløkkiliðið ein Nissan Patrol til bjargingar og sløkkibil, so nú var aftur ov trongligt. Kommunan leigaði síðan kjallaran í Arbeiðsmannafelaghúsinum, hagar øll útgerðin varð flutt.
Í 1989 keypti sløkkiliðið ein Volvo Terberg brandbil. Kommunan hevði frammanundan keypt handilsbygningin frá Jógvan Simonen, sum stóð á keiøkinum beint niðanfyri Arbeiðsmannafelaghúsið, og 23. desember hetta árið varð flutt í tann bygningin.
Í ár 2000 byggir Fuglafjarðar kommuna bygningin, har sløkkiliðið húsast í dag. Nýggi bygningurin stendur annars har húsini hjá Jóhan suðring stóðu, og virksemi er sostatt komið aftur, har alt byrjaði.