Sjálvsvenjing

Nánd ynskir at skapa karmar fyri, at eldri fólk kunnu fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív.

Nánd hevur fingið avtalu í lag við Fuglafjarðar kommunu og Kappróðrarfelagið í Fuglafirði um, at Nánd kann brúka hølini hjá Kappróðrarfelagnum tvær ferðir um vikuna.

Við at bjóða tilboð til sjálvsvenjing gevur Nánd fólki í aldrinum 60+ møguleika at styrkja um egnu heilsu.

Tilboðið er undir egnari ábyrgd.

Hvør kann sjálvsvenja?
Um tú býrt í Fuglafjarðar kommunu ella í Eysturkommunu, og tú er í aldrinum 60+, so hevur tú møguleika til sjálvsvenjing.

Hvussu kann ein sjálvsvenja?
Í kappróðrarneystinum í Fuglafirði eru ymisk venjingartól, ið eru tøk til sjálvsvenjing.

Umframt karmar til sjálvsvenjing ber eisini til at fáa sær eitt prát . Tit hava sjálvi ábyrgdina av at ganga væl um hølini.

Hvar og nær kann ein sjálvsvenja?
í Kappróðrarneystinum í Fuglafirði, sum hevur hølir niðanfyri Keypssamtøkuni, ber til at sjálvsvenja tvær ferðir um vikuna.

Mánadag frá:   10.00 – 12.30
Fríggjadag frá: 10.00 – 12.30

Tú ert vælkomin at vitja í hølunum og hyggja teg um, áðrenn tú byrjar. Eftir nærri avtalu við Nánd tlf. 730200 kanst tú spyrja um at fáa vegleiðing frá fysioterapeuti.

Sjálvsvenjing í Miðstøðini í Leirvík eru hesar tíðir:

60 ár og eldri

Mánadag:                    16.00 – 22.00
Týsdag:                         19.00 – 22.00
Mikudag:                      16.00 – 22.00
Hósdag:                        16.00 – 22.00
Fríggjadag:                   19.00 – 22.00
Leygardag:                   08.30 – 22.00
Sunnudag:                    08.30 – 22.00

Harumframt eru hesar tíðir til 67 ár og eldri:

67 ár og eldri

Týsdag:                       08.30 – 12.00
Mikudag:                    08.30 – 12.00
Hósdag:                       08.30 – 10.30

Hvat er kostnaðurin fyri sjálvsvenjing?
Tað kostar kr. 20,- fyri hvørja uppmøting umframt eitt árligt limagjald áljóðandi kr. 125,-. Tað kostar kr. 50,- fyri at fáa kort-lykil. Gjøldini fara til kappróðrarfelagið.

Hvussu kann ein byrja?
Til ber at tekna seg til sjálvsvenjing við at ringja til Kappróðrarfelagið á telefon 79 10 54.