Doktarahúsið

Doktarahúsið í Fuglafirði er eitt dagtilhald, ið er ætlað teimum, sum búgva heima og hava fingið staðfest sjúkuna demens.

Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu hevur samstarvsavtalu við Skálafjarðarsamstarvið, so at fólk av Skálafjørðinum eisini kunnu koma í dagtilhaldið. Sostatt kunnu fólk, sum búgva í Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu eisini koma í dagtilhaldið.

Endamálið er at skapa tryggar karmar um gerandisdagin hjá teimum, sum eru í dagtilhaldinum, til tess at betra um lívsgóðskuna og evnini at meistra dagin.

Vit leggja dent á, at virksemið í húsunum verður skipað í mun til tørvin hjá tí einstaka. Er tørvur á at hvíla seg, er eisini góður møguleiki fyri tí.

Máltíðir: 
Morgunmatur, døgurði og kaffi/te er at fáa í dagtilhaldinum.

Kostnaður:
Kostnaðurin er kr. 120,- um dagin. Íroknað prísinum er uppihald, máltíðir og koyring til og frá húsum.
Dagtilhaldið er opið hvønn gerandisdag í dagtímunum.

Ráðgevingartænasta: 
Avvarðandi hjá persónum við demenssjúku eru altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum at fáa stuðul og ráðgeving í sambandi við sjúkuna og teir trupulleikar, hon kann elva til.

Í dagtilhaldinum starvast:
Demenssamskipari, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar.

Samband: 
Til ber at ringja til dagtilhaldið á telefon 73 02 40, millum kl. 11.00 og 15.00, ella senda teldupost til doktarahusid@eystur.fo

Umsóknarblað til dagtilhaldið fæst her.