Barnatannrøktin
Barnatannrøktin hjá Fuglafjarðar Kommunu bjóðar ókeypis kanning og viðgerð til børn og ung upp til 18 ár.
Um tú vilt tryggja, at barnið hjá tær hevur sunnar og frískar tenn, kann Barnatannrøktin hjálpa tær. Góðir busti- og kostvanar kunnu vera við til at tryggja góðar tenn, sum gleði kann vera um alt lívið.
Tá barnið er 6 mánaðir bjóða vit barninum saman við foreldrum á vitjan á Barnatannrøktini. Vit fara at tosa um barnatenn, suttuvanar, tannbusting, kost- og drykkjuvanar. Vit vænta onki av barninum, tað ræður um, at barnið lærir seg at ganga til tannlækna og at fáa eina trygga og góða uppliving.
Børnini fáa boð um at koma til tannlækna tvær ferðir um árið. Vit meta um tørvin á víðari viðgerð og mæla foreldrunum at koma við.
Áðrenn barnið fyllir 18 ár, senda vit tíð til eina seinastu kanning. Tannrøktin fer hereftir at verða hjá privatum tannlækna.
Sertannlækni í tannrætting kannar øll børnini í 5. flokki. Sertannlæknin metir um, hvørt tenninar skulu rættast, og nær viðgerðin skal byrja. Tannrættingin er ókeypis, men treytað av, at tenninar verða væl røktar.
Barnatannrøktin viðger ókeypis allan tannskaða, til tey ungu fylla 18 ár. Í summum førum er neyðugt at bíða við endaligari viðgerð til uml. 20 ára aldur ella seinni. Tað er tí umráðandi at hava eina trygging, ið umfatar tannskaða. Skaðin verður fráboðaður tryggingini beinanvegin. Tannlæknin hjálpir at fylla skjølini út.
Barnatannrøktin sendir SMS-boð, tá ið børn og ung skulu til tannlækna.
Tað er tí sera umráðandi, at øll ringja til Barnatannrøktina og geva rætt telefonnumar, sum sms-boð kunna sendast til.
Barnatannrøktin
Mirmansvegur 48
Fo 530 Fuglafjordur
tlf. 444 530