ÍF
Ítróttarfelag Fuglafjarðar, ÍF, varð stovnað 25. mars 1946. ÍF varð tað fyrsta felagið úr Eysturoynni, sum vann Føroyameistaraheitið í fótbólti; tað var í 1979.
Í mars 2021, tá ÍF helt 75 ára hald, varð nýtt snotiligt hús tikið í nýtslu. Fleiri ítróttarfeløg hava fingið hølir í húsinum umframt at venjingarhøli, sum eisini kann brúkast av almenninginum er í húsinum.
ÍF hevur heimasíðu: www.if.fo
Starvsnevnd (2024):
Njal Reinert-Petersen, forfólk, 755128
Fritleif í Lambanum, varaforfólk
Atli Petersen, kassameistari
Irdi Toftegaard, skrivari
Georges Rouah, nevndarlimur, 588889
Fríði Reinert-Petersen, tiltakslimur
Rói Dalsá Olsen, tiltakslimur
Ungdómsnevnd (2024):
Pól Hans á Grønatúgvu, forfólk, 220030
Mary-Ann Zachariassen, varaforfólk
Klara Petersen, skrivari
Linjan Jacobsen, nevndarlimur
Palma Tausen, nevndarlimur
Jenny á Lakjuni, tiltakslimur
Rógvi Odvørson, tiltakslimur