Fimleikafelagið FLOG

Fimleikafelagið FLOG varð stovnað í 1989. Felagið hevur umleið 180 íðkarar. Fimleikaárið er frá septembur til mars/apríl, kappingarliðið venur mest sum alt árið.

FLOG hevur heimasíðu har tilmeldingarskipan er (Trýst á!): https://fimflog.fo/default.aspx

FLOG er á Facebook (Trýst á!): Fimleikafelagið Flog

Nevndin, 2024:

Lena Lambaa, forfólk
Magdalena Joensen, varaforfólk
Nikolina Kristiansen, peningarøkil
Thordur Egholm, skrivari
Ester á Dalbø Gregersen, nevndarlimur

 

FIMLEIKAFELAGIÐ FLOG
Felagið varð stovnað í februar 1989. Tað er ikki vist hvat dato felagið sá dagsins ljós, men mest sannlíkt var tað í januar ella februar, tí framsýning var um várið. Tey sum stovnaðuFlog, vóru: Benadicta Ellingsgaard, formaður, Laila Solmunde, sáli, Magna Jacobsen, Petur Páll Mikkelsen og Jóhannus Hansen, sáli.
Benadicta, Petur Páll og Jóhannus vóru venjarar hjá teim flestu liðunum tey fyrstu árini,umframt at tey seymaðu teir flestu fimleikabúnarnar til ta fyrstu framsýningina. Navnið Flog, fann Jóhan Hendrik Winther Poulsen uppá, meðan Petur Páll Mikkelsen teknaði búmerkið.
Felagið vaks skjótt og tey fyrstu árini hevði fimleikafelagið Flog flest limir av øllum ítróttarfeløgunum í Fuglafirði. Felagið hevði miskeiðis í 90´unum m.a. fleiri ung- og vaksin lið. Tað vóru áleið 300 limir í felagnum, tá tað var stórst. Í 2024 hevði felagið 172 íðkandi limir, deild yvir 3 rytmisk lið, 4 breiddar lið og 5 amboðslið. Høvuðssæti hjá Flog er og hevur altíð verið fimleikahøllin í Fuglafjarðar skúla, men eisini hevur Arbeiðsmannafelagshúsið verið brúkt, og høllin á Kambsdali verður nýtt
í størri og størri mun, umframt at Bylgjan í Rúnavík verður lánd til tíðir.
Hvørt ár í mars/apríl er framsýning, har tey íðkandi fáa høvi at vísa tað tey hava lært ígjøgnum veturin. Annaðhvørt ár er fimleikafagnaður á skránni, har Flog hevur luttikið tey flestu árini. Síðan Jóhannus, sáli og Petur Páll byrjaðu amboðsfimleikin í Fuglafirði, hava børn og ung úr Fuglafirði gjøgnumgangandi luttikið í kappingum í amboðsfimleiki.
Felagið hevur í fleiri umførum eisini luttikið í bæði estetiskum- og rytmiskum fimleikakappingum