Frítíð
Her síggjast teir møguleikar, ið Fuglafjarðar kommuna bjóðar á frítíðarøkinum. Omanfyri kanst tú millum annað síggja nær svimjihylurin hevur opið, hvørji ítróttarfeløg eru í kommununi og eisini hvat spennandi kvøldskúlin hevur at bjóða.
Fuglafjarðar kommuna ynskir at virka fyri at skapa karmar, ið samsvara við tey ynski, ið borgarnir í kommununi hava til sína frítíð. Eitt ríkt ítróttar- og frítíðarlív er sunt fyri bæði likam og sál og er við til at økja um trivnaðin í kommununi.