Skúli
Tað verður raðfest høgt, at okkara borgarar fáa alla neyðuga undirvísing upp til 10. flokk, eins og tað er okkara ábyrgd at tryggja fígging, og neyðug undirvísingarrúm, tilfar og amboð.
Í skúlaárinum 2024/2025 hevur skúlin áleið 300 næmingar í 1. - 10. flokki. Í skúlanum starvast 36 lærarar, 4 stuðlar, 2 skrivarar, 3 skúlavørðar og 4 reingeringsfólk.
Nelson Mandela segði “Education is the most powerful weapon you can use to change the world”. “Útbúgving er sterkasta vápnið til at broyta heimin við”, tí tað gevur okkum betri førleikar til at skilja heimin, vit øll liva í.
Sum skúlafelagsskapur vilja vit saman byggja á mentan og siðvenju úr fortíðini og møta framtíðar avbjóðingum á ein nýskapandi og spennandi hátt.
Okkara størsta ynski er, at næmingar okkara, við stuðli og hjálp frá starvsfólkum og foreldrum/avvarðandi, fara at granska, læra at orða seg og skara framúr bæði fakliga og skapandi.
Somuleiðis ynskja vit, at næmingar sjálvstøðugt menna fakligar, sosialar, sálarfrøðiligar og kropsligar førleikar - og á henda hátt sýna ábyrgd fyri teirra umhvørvi og kringumstøðum, umframt at viðurkenna seg sjálvan sum ein persón, ið megnar at halda fram á lestrarleið og finna sítt pláss í samfelagnum.
Við ynskjum um, at samskifti og samstarv verið grundarlagið undir okkara hátti at vera og virka, so vit øll, sum starvast her, og á annan hátt brúka skúlan, kunnu menna okkum á bestan hátt, og altíð royna at betra um og stimbra vøkstur á skúlanum.
Bústaður: | Mirmansvegur 48 | |
Samband: | Telefon: Heimasíða: Teldupostur: | 23 80 60 www.ffs.fo fug@skulin.fo |
Skúlaleiðsla: | Berlys Carlota Canas Toftadal, skúlastjóri Andrias Magnussen, varaskúlastjóri Irdi Toftegaard, skrivstovufólk Leila Eyðfinnsdóttir Lamhauge, skrivstovufólk Jóhan Beder, húsvørður Kim Petersen, húsavørður (í farloyvi) Bjarni á Hólalagi, húsavørður Jón Magnussen, húsavørður | 23 80 61 23 80 67 23 80 63 23 80 62 23 80 66 23 80 24 23 80 99 23 80 98 |
Onnur telefonnummur: | Heilsufrøðingur: Telduvørður: | 56 23 75 23 80 40 |