Heilsufrøðingur
Ein heilsufrøðingur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum umframt drúgvar arbeiðsroyndir við børnum, hevur nomið sær eitt ára víðari útbúgving innan servitan um børn, barnafamiljur, relatiónir, námsfrøði, gransking, útviklingsálarfrøði, heilsufremjan og sjúkufyribyrging.
Heilsufrøðingurin er á henda hátt við til at hjálpa foreldrunum við at ráðgeva og stuðla teimum viðvíkjandi kropsligu, sosialu og sálarligu menningini hjá barninum. Familjurnar í kommununi fáa regluliga vitjan av heilsufrøðingi, til barnið er 18 mánaðir, ella so leingi tørvur er á tí.
Kari Johannesen arbeiðir sum heilsufrøðingur á smábarnaøkinum í Fuglafjarðar kommunu og eisini í Runavíkar - og Eysturkommunu. Hon hevur telefon nr.: 56 23 77.
Inga Símunardóttir arbeiðir sum heilsufrøðingur í skúlunum í Fuglafjarðar- og Eysturkommunu. Hon hevur telefon nr.: 56 23 75.
Les meira um heilsufrøði til børn og ung á www.gigni.fo.