Dagstovnar
Í Fuglafjarðar kommunu eru tríggir dagstovnar:
Barnalund er vøggustova og barnagarður í Fuglafirði.
Stropin er vøggustovan og barnagarður á Kambsdali
Kambur er barnagarður og frítíðarskúli á Kambsdali
Á dagstovnunum verður trivnaður settur í hásæti. Vit ynskja, at børnini koma at kenna viðurkenning og lívsgleði í teirra gerandisdegi. Dentur verður lagdur á at menna sosialu, skapandi og fakligu førleikarnar hjá børnunum, og at menna og geva teimum hugin at læra.
Tað er ongin bíðilisti til dagstovnapláss í Fuglafjarðar kommunu. Øll kommunan er eitt upptøkuøki. Um onki pláss er á einum dagstovni, kann verða víst til ein annan dagstovn í kommununi.
Søkt eigur at vera um pláss á dagstovni í minsta lagi 1 mánaða áðrenn barnið skal byrja á stovni.
Børnini kunnu ganga í frítíðarskúla til tey fara úr 2. flokki.
Umsókn um upptøku:
Umsókn um dagstovnapláss skal sendast umvegis Vangan
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja í Vanganum, mást tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum Samleikin - Samleikin
Um tú ikki hevur vangan, kan tú søkja HER .
Upptøkureglurnar kunnu lesast HER
Ansingargjøld pr. 1. januar 2016: | |
Vøggustova: | 1700 kr. |
Barnagarður: | 1300 kr. |
Frítíðarskúli (fullan dag) | 1300 kr. |
Frítíðarskúli (skúlabørn) | 700 kr. |
Rindar bert fyri tvey tey yngstu børnini | max 3.400 kr. |